Hormonir - test og ráðgeving

Hormonir verða ofta róptar evnafrøðiligu boðberarnir hjá likaminum.

Kropsliga úrskiljanin av hormonum er nágreiniliga samansett í einum samspæli, sum stimbrar og stýrir kroppinum sum heild. Hormonir hava stóra ávirkan í kroppinum og stýra eitt nú evnisskifti, blóðsukri, vætujavnvág, bein- og vøddavevnaði og eisini svøvni, immunverju, sinnalagi, orku og kynslívi.

 

Hormonirnar eru sum eitt fínmekaniskt ur, har allir lutir spæla saman í javnvág og soleiðis syrgja fyri, at kroppurin fær tað, honum tørvar - til røttu tíð og á rætta stað.

Júst henda javnvág er avgerandi fyri okkara likamligu og sálarligu heilsu.

 

Hormonelt órógv

Hormonelt órógv vísir seg m.a í sambandi við autoimmunar sjúkur, fertilitetstrupuleikar, og skiftisárini.

Ì samband við skiftisárini eru nógvar kvinnur plágaðar av teimum eyðkennum sum standast av at tað

kemur ólag á tað hormonellu javnvágina. Tað kunna verða eyðkennir sum t.d:

 

  • hitatúrar

  • migrena

  • liðpína

  • turrar slímhinnur

  • afturvendandi blørubruni

  • hjartabankan

  • húð og hár broytiingar

  • troyttar/veikar vøddar

  • møði og svøvnloysi

  • tunglyndi og/ella eingist

 

Test og ráðgeving

Um tú hevur trupuleikar, sum tú heldur kundu títt uppá hormonella órógv, so hevur tú møguleika til at gera eina hormontest, sum kann geva eina ábending um orsøkina til tey likamligu og sálarligu eyðkenni sum eru til staðar. Hetta er ein spýttroynd, íð er væl egna til at máta fríu aktivu hormonirnar í kroppinum.

 

Viðtalan umfatar eina greinan av testúrslitinum, samanborið við tey eyðkenni sum eru til staðar.

Ráðgevingin er grunda á eina heildaráakoðan, sum tekur støði í heilsu, lívsstíli, matvanum, møguligum kostískoyti, akupunkturviðgerð o.ø.

Hetta kann vera við til at stuðla og varveita hormonellu javnvágina. 

Natúrlig hormonterapi

Siri Sore er útbúgvin vegleiðari í NHT Naturlig Hormonterapi ® hjá Anette Paulin (link til bók).

 

Gev gætur, at Siri Sore er vegleiðari - og gevur ikki viðgerð við hormonum. 

Naturlig Hormonterapi® vegleiðing kann ikki erstatta eina læknaviðtalu, og kann ikki broyta diagnosu staðfesta av lækna.

 

 

 

 

Tel. 22 30 21

 Útgreinan

Kunning

Viðgerð

Ráðgeving