Medisinsk viðgerð

Viðgerð av inflamatoriskum giktasjúkum er í flestum førum medisinsk.

 

Medisinsku viðgerðarhættirnir eru grundaðir og skjóta, strategiska sjúkuavgerð, soleiðis at viðgerðin byrjar skjótast gjørligt. Hetta minkar um sjúku- og hjáárin, umframt at sjálv heilivágsviðgerðin gevur best møguligt úrslit.

Skjót staðfestan av sjúkuni er tí týdningarmesti faktorurin, tá effektiv viðgerð skal setast í verk, umframt at hetta minkar um møguligar skaðar og sjúkuárin annars.

Fleiri granskingar vísa, at jú skjótari sjúkan verður staðfest og rætta viðgerðin sett í verk, jú betri er úrslitið av viðgerðini. Harvið er vanding fyri kroniskari sjúkustøðu og eisini tørvurin á heilivági minni.Við øðrum kann staðfestast, at við skjótari eyðmerking av sjúkuni er størri møguleiki at fáa giktasjúkuna at brenna út, soleiðis at viðgerðin við heilivági gerst óneyðug.

 

Eingin giktasjúka kennist eins hjá ymsum persónum (polymorfisma), og tí er talan í hvørjum føri sær um serstaka viðgerð. Strategisk giktaviðgerð er læknavísindalig sergrein, sum hevur verið fyri stórari menning seinastu tvey áratíggjuni. Í dag finnast fleiri sløg av heilivági og samantvinningar av ymsum viðgerðarhættum.

 

Kostur og lívsstílur kunnu ávirka inflamatoriskan/reumatologiskan sjúkuaktivitet, men í fæstu førum slepst tó undan medisinskaari viðgerð, sum hevur til endamáls at minka um brunan.

 

Fiskaolja/omega 3 og Kurkuma eru náttúruheilivágir, sum í ávísan mun kunnu minka um liðagikt-aktivitet, og eisini kunnu tey linka um pínu frá slitgikt.

Kurkuma kann hartil styrkja immunverjuna sum heild, serliga um talan er um persónar, har liðagikt støðugt hóttir immunverjuna. Heilivágurin fæst í kapslum.

 

NSAID (Non Steroid Antiinflamatorisk Drug), vanliga rópt giktaheilivágur (Voltaren, Diclofenac, Brufen, Arthrotec , Arcoxia, Naproxen o.s.fr.) er fyrstaval, tá talan ikki er um framhaldandi viðgerð yvir longri tíðarskeið.

NSAID viðgerð í longri tíðarskeið er ikki uttan váða, serliga hjá eldri fólkum. Tað verður tí viðmælt, at NSAID viðgerð verður restriktivt skamtað. Talan er her um taktiska og ikki strategiska viðgerð.

 

Steroid (Prednison, nýrakolsbørk/bynirebark hormon) viðgerð er ein sera máttmikil viðgerð til fleiri sjúkur og sjúkueyðkenni, millum annað til viðgerð av giktasjúkum.

Hjá frískum vaksnum fólki framleiðir kroppurin 7,5 mg nýrakolsbørk um dagin. Nýrakolsbørk verður eisini rópt stress-hormon.

Steroid viðgerð hevur týðandi leiklut í nútúmans giktaviðgerð og diagnostikki. Bæði systemiskt (sproytur, tablettir ella intravenøst drop) og lokalt sum blokada við beinleiðis ávirkan á liðirnar.

 

  • Diagnostiskt til metan av responsi og viðstøðu við ikki eyðmerktari brunasjúku.

  • Sum viðgerðarháttur saman við aðrari viðgerð – serliga tíðliga í viðgerðartilgongdini.

  • Induktionterapi, sum drop í stórum skamtanum, tá talan er um systemiskar giktasjúkur – t.d. gikt í æðrum.

  • Sum grundviðgerð, aloftast sum fyrsta val til viðgerð av eitt nú vøddagikt.

  • Lokal blokada í liðum ella sinum við inflamatoriskum giktaaktiviteti

 

Orsakað av møguligum skaðaárinum verður steroid-viðgerð bert nýtt taktiskt og í varligum skamtanum undir neyvum læknaligum eftirliti.

 

DMARD (Disease Modificerende Anti Reumatic Drugs) er strategisk grundviðgerð av næstan øllum inflamatoriskum giktasjúkum. Viðgerðin verður givin einsæris ella saman við øðrum viðgerðum, eitt nú við biologiskum heilivági. DMARD heilivágur eru eitt nú Methotrexat (tablettir ella sproyta), Salazopyrin,Plaquenil,Ergoquin, Sandimun, Sendoxan, Arava,Cellcept,Tacrolimus, umframt eldri sløg av heilivági sum Penicillamin og gull preparat ( Myocrysin og Ridaura). 

 

Biologiskur heilivágur vann seg fram fyri á leið 20 árum síðani sum nýggjur viðgerðarháttur innan giktaviðgerð. Her er talan um nýtímans viðgeðarstrategi, men sum ofta verður nýt sera varliga. Hetta tí talan er um dýra viðgerð, har tað illa ber til at rokna marginalkostnað og samfelagsligan vinning (færri sjúkrameldingar, fyritíðarpensioneringar, invaliditet og aðrar kostnaðir). Biologisk viðgerð verður í dag roknað sum íløga í samfefelagið og ikki sum útreiðsla.

Biologisk viðgerð verður givin sum sproyta ella drop. Fleiri sløg av heilivági eru á marknaðinum í dag, og sløgini gerast alsamt fleiri.

Eitt nú kunnu nevnast Remicade, Humira, Enbrel, Kineret, Mabthera, Orencia, Cimsia, Simponi, RoActemra, Stelara, Otezla og Cosentyx. Eisini eru sonevnd biosimillar (kopi-heilivágur) sum Remsina (analogur av Remicade) og Benepali (biosimillar av Enbrel).

Øll sløg av biologiskum heilivági, hóast talan er um somu typur av heilivági, hava síni sereyðkenni, fyrimunir og vansar.

 

Viðgerð við DMARD og biologiskum heilivági kann hava hjáárin og krevur tí neyvt eftirlit av læknum og/ella sjúkrasystrum við royndum og servitan innan giktaøkið

Giktasjúkan er broytilig, og tí er neyðugt við neyvari uppfylging, so viðgerðin kann stillast, um tað er neyðugt.

 

Aðrar giktasjúkur:

 

Urinsýru gikt kann ofta linkast við røttum kosti, men ofta krevst medisinsk viðgerð í akuttum støðum. NSAID, steroid, indometacin, probenecid ella kolkicin. Og, tá talan er um fyribyrgjandi viðgerð, alopurinol og febuxostat.

 

Osteoporose har viðgerðin verður grundað á kálk og D-vitamin ískoyti, umframt at bisfosfanat verður nýtt sum fyribyrgjandi viðgerð. Eisini kunnu nýggj og máttmikil sløg av heilivág við regenerativum eginleikum nýtast (Forsteo).

Giktasjúkur kunnu ikki grøðast við medisinskari viðgerð, men sjúkan kann brenna út av sær sjálvum. Fokus er tí á avmarking av skaðiligum árinum av sjúkuni og betran av funktionellum evnum og lívsgóðsku.

Í dag ber til at liva við gikt uttan invaliditet ella minkan av kropsligum funktiónum.

Slitgikt

Ymsur náttúruheilivágur kann í nøkrum førum linka um pínu av slitgikt.

Ingifær kann linka um pínu av slitgikt. Vísindaliga er tó bert prógvað, at hetta linkar um slitgikt í hondunum.

Glukosamin hevur skjalfesta ávirkan á slitgikt í knøum. Hetta tó treytað av, at sjúklingurin tolir viðgerðina og at viðgerðin ikki ávirkar sukurinnihald í blóði, kolestorol og blóðtrýst. Sum heild verður mælt til, at talan fyrst er um royndarviðgerð í 3 mánaðir. Um úrslitið er nøktandi, kann viðgerðin halda fram í 3 ár.

Hyaluron sýra verður sproytað í liðirnar, og hevur í nøkrum førum góðan virkna.

 

Medisinsk viðgerð av slitgikt er avmarkað til pínulinnandi viðgerð við Paracetamol, NSAID (sí omanfyri) og møguliga við eftirgjørdum morfika heilivági.

 

Lokal steroidviðgerð (blokada) kann í ávísum førum geva munandi pínulinnan, men í flestu førum minkar ávirkanin, um viðgerðin verður endurtikin yvir longri tíðarskeið.

Tað kann hava skaðalig hjáárin, um blokaduviðgerð áhaldandi verður nýtt í sama liði, og tí verður hetta ikki viðmælt.

Tel. 22 30 21

 Útgreinan

Kunning

Viðgerð

Ráðgeving