Akupunktur

 

Akupunktur, sum er ein partur av TCM (Traditional Chinese Medicine), er ein viðgerð, sum skapar javnvág í kroppinum við at aktivera orkuna, sum  er í kroppinum, og soleiðis stuðla undir kroppsins egnu lekingaramøguleikar.

Akupunktur verður nýtt bæði viðgerandi, fyribyrgjandi og linnandi. 

 

Ì viðgerðini verður eitt bland av av nútímans akupunktur-teknikkum og siðbundnum kinverskum akupunktur ofta nýtt.

Nútímans sløgini av akupunktur eru sera effektiv móti bæði støðugari (kroniskari) og farandi (akuttari) pínu.

Talan kann vera um eitt nú ítróttaskaðar/overvingsskaðar, rennara-knø, overving av mjadnum, pínu í akslum, pínu í nakka, koyrlabrestskaða, hald í rygginum, iskiaspínu og tennis/golf-álboga. 

Akupunkturviðgerð hevur eisini sera góðan virkna í samband við trupulleikar við blóðrensli og neuropati.

 

Ofta er akupunkturviðgerð við til at stuðla undir vesturlendska læknaviðgerð. Í summum førum er møguligt at minka um heilivágsnýtsluna tá í viðgjørt verður við akupunktur. 

 

Í samband við akupunkturviðgerð kann - eftir metan av tørvi hjá tí einstaka - m.a vera nýtt

 

Medicinsk/triggerpunkt akupunktur: Hetta er sera effektivt mótvegis ítrótta- og overvingsskaðum. Skaðarnir kunnu skjótt lekjast, so sleppast kann undan steðgum, ella í minsta lagi kunnu steðgirnir styttast. Hesir viðgerðarhættir eru sera effektivir í samband við kroniskar og akuttar pínustøður. Ofta eru týðandi batar longu eftir fyrstu viðgerðina.

 

Cupping: Er ein viðgerðarháttur sum er síðustillaður við akupunktur í siðbundnu kinversku læknavísundini. Cupping verður nýtt sjálvstøðugt ella saman við akupunktur. Súgvikoppar í ymsum støddum verða settir á eyðmerkt akupunktur-punkt ella vøddaøki, og kunna verða standandi í 10-15 minuttir.

Ein annar viðgerðarháttur er støðugt at flyta súgvakopparnar. Viðgerðin skapar eitt vakuum-undirtrýst á útvaldu økjunum, soleiðis at blóðrenslið gerst betri og ótørv fæst burtur.

Cupping minkar eisini um spenningarnar í kroppinum. Hátturin verður eitt nú nýttir at loysa spenningar í nakkanum, hald í nakkanum og móti rygg- og lendapínu (lumbago).

Viðgerðin verður eisini nýtt sum vøddamýking/lymfudrenaga.

 

AkuNova: Er ein serstøk viðgerð, sum ikki hevur fokus á meridianir, eins og siðbundnu kinversku akupunkturviðgerðirnar. Talan er um teknik, sum er væl umtóktur í vesturheiminum, sum m.a pínulinnandi viðgerð og sum viðgerð fyri ymiskar eygnasjúkur.

Kring allar liðir er vevnaður, sum í funktión minnir nógv um heilavevna. Her eru nøkur sera følin refleks ella sonevnd triggerpunkt.

Hesi triggerpunkt hava beinleiðis samband við partar av heilanum. Við AkuNova er viðgerðin sera málrættað beint á hesi triggerpunkt, og er hetta lykilin til effektiva virknaðin, sum viðgerðin hevur.

Samstundis sum viðgerðin er pínulinnandi, eydnast eisini oftast at taka um rótina á trupulleikanum.

Viðgerðin stimbrar nevnliga hormonframleiðsluni hjá ávísum kertlum, soleiðis at hesir eru við til at skapa eina lekjandi og linnandi tilgongd.

 

Les meira um akupunktur her:

Tel. 22 30 21

 Útgreinan

Kunning

Viðgerð

Ráðgeving