Akupunktur

Ein partur av fjareysturlendskari læknavísund tekur støði í tí áskoðan, at menniskja er ein heild, har tað fríska, sunna menniskjað er í javnvá - likamliga og sálarliga. Sjúkueyðkenni standast av at ójavnvág er í hesi heild.

 

Akupunktur, sum er ein partur av TCM (Traditional Chinese Medicine) er ein holistiskur viðgerðarháttur sum við at aktivera orkuna í kroppinum, er við til at skapa javnvág, og soleiðis stuðla undir kroppsins egnu lekingaramøguleikar.

Akupunktur verður nýtt bæði viðgerðandi, fyribyrgjandi og linnandi.

 

Viðgerðin hóskar seg væl í samband við m.a pínu, hormonelt órógv, brátt íkomnar og kroniskar ítróttarskaðar, vøddaspenningar, migrenu og ovurviðkvæmi. Eisini verður akupunktur nýtt í samband við roykiavvenjing, at minka um matarhugin og í samband við fertilitetstrupulleikar.

 

Viðgerðin kann harumframt linna um hjáárin av heilivági, t.d í samband við kemoviðgerð.

 

Heimsheilsustovnurin WHO viðurkennir akupunktur sum viðgerðarhátt í samband við fleiri ymiskar heilsutrupulleikar.

 

WHO hevur gjørt ein lista yvir m.a. hesar sjúkur og líðingar:

  • pínu

  • giktasjúkur í vøddum og liðum

  • høvurpína/migrena

  • ryggtrupulleikar

  • “frysta” øksl

  • tennisalbogi

  • maga-/tarmsjúkur

  • eksem

  • trupulleikar við blóðrenslinum

  • immunsjúkur

  • hormonelt órógv

  • ovurviðkvæmi

  • kvalma

 

Vesturlendsk gransking vísir, at akupunktur fær kroppin til at økja um framleiðsluna av endorfin og serotonin, sum er pínulinnandi og lættir um lyndið.

 

Ofta er akupunktur við til at stuðla undir vesturlendska læknaviðgerð. Í summum førum er møguligt at minka um heilivágsnýtsluna tá í viðgjørt verður við akupunktur. 

 

Í samband við akupunkturviðgerð kann - eftir metan av tørvi hjá tí einstaka - eisini vera nýtt triggerpunktviðgerð, oyrnaakupunktur, hitaviðgerð, cupping ella el-stimulatión av nál.

 

Góðkenning og skráseting

Siri Sore er góðkendur SA-skrásettur akupunktørur (RAB) og limur av DA (Danske Akupunktører).

 

SA er ein stytting fyri Sundhedsaut.& anerkendt akupunktør. Hetta er eitt vart heiti, ið bert kann nýtast av teimum viðgerðarum, sum lúka krøvini í lógin setur til m.a. útbúgving, etik og kliniska praksis. SA-skrásetingin er úrslitið av einum samstarvi millum Sundhedsstyrelsen og Sundhedsministeriet í Danmark.

 

Les meira um akupunktur her:

Tel. 22 30 21

 Útgreinan

Kunning

Viðgerð

Ráðgeving