AkuNova

Í mun til kinverskan akupunktur, har fokus er á meridianum, hevur AkuNova ein øðrvísi, men eisini effektivan virkna. Hesin, í vesturheiminum nóg so vanligi – teknikkurin kann m.a linna um pínu.

Kring allar liðir er vevnaður, sum í síni funktión minnir um heilavevna. Her eru nøkur sera følin refleks – sonevnd triggerpunkt.

Hesi punkt hava beinleiðis samband við ymsar partar av heilanum. Við AkuNova verður viðgerðin rættað beinleiðis á hesi triggerpunkt, og tað er lykilin til virknaðin við AkuNova.

Samstundis sum talan er um akutta pínuviðgerð, eydnast eisini ofta at fáa orsøkina til pínuna burtur. Hetta tí akupunkturviðgerðin stimbrar hormonframleiðandi kertalarnir, so hesir leysgeva ymisk evni, sum seta gongd á eina lekjandi og linnandi tilgongd.

 

Eygnaviðgerð við AkuNova

AkuNova er m.a ein sera effektiv viðgerð til fleiri sløg av eygnasjúkum og –plágum.

Eygnaviðgerð við AkuNova er ein lutfalsliga nýggjur og kollveltandi viðgerðarháttur.

Undir eygnaviðgerð verða nálir settar við eygnabrýrnar (ikki eyguni), hendur og føtur.

Tær báðar fyrstu vikurnar er talan um tvær viðgerðir um dagin við einum tíma hvíld ímilum viðgerðirnar (tó ikki um vikuskiftið).

Ein eygnakanning verður gjørd, áðrenn viðgerðin byrjar, og nýggj kanning verður gjørd eftir tveimum vikum. Eftirfylgjandi vikunar (4 vikur) verður viðgjørt eina fer um vikuna.

Hvørjar eygnasjúkur og –plágur kunnu viðgerðast

Nógvar sonevndar “ólekjandi” sjúkur og plágur kunnu viðgerast við AkuNova .

Eygnasjúkur og –plágur, sum har góð úrslit kunnu fáast við AkuNova eru AMD, grøn stær, kikarasýn, diabetiskt retinopati, sjónórógv eftir blóðtøpp í eyganum v.m.

At viðgera er ikki neyðturvuliga tað sama sum at lekja, men tað merkir, at tú í minsta lagi kanst betra um støðuna.

Hvat er AMD

AMD merkir Aldurstengt Makula Degeneration. ”Aldurstengt” vísir til, at AMD rakar eldri fólk. Á leið 10% av 60 ára gomlum hava AMD, og hjá 75 ára gomlum er talið 40%.

AMD er vanligasta orsøkin til versnaða sjón í vesturheiminum.

 

Sjúkan ávirkar sera ymiskt – frá lítlari til sera stóra viknan av sjónini.

AMD situr í tí partinum av nethinnuni, sum eitur makula, heilt aftast í eyganum.

“Makula” er økið á nethinnuni, sum vit nýta til at síggja eina hvassa mynd við.

Vit brúka makula, tá vit skulu lesa, kenna fólk aftur á gøtuni, síggja smálutir v.m. Makula verður á donskum nevnt “tann guli pletturin”.

“Degeneration” merkir, at funktiónin í einum ávísum øki í likaminum gerast verri.

Orsøkin til AMD er vánaligt blóðrensl í eyganum, og tað inniber, at ótørv (affaldsstoffer) ikki renna burtur, og frísk føðsluevni ikki sleppa framat. Tá ljós rakar nethinnuna, gera sansakyknurnar ljósbáknini til elektrisk bákn. Hendan evnafrøðiliga tilgongdin framleiðir nøkur ótørv, sum eru eitrandi fyri likamið.

Í einum frískum eyga verða ótørvini leidd burtur við blóðinum og síðani andøvd í kroppinum.

Tá talan erum AMD er blóðrenslið í nethinnuni ov vánaligt, og ótørvið kann ikki beinast burtur. Tey hópa seg ístaðin í nethinnuni, og úrslitið er, at føðsluevnini ikki sleppa til sansakyknurnar, sum spakuliga doyggja.

 

Nýmótans AkuNova akupunktur samantvinnað við klassiskum kinverskum akupunktur hevur víst seg sum ein framúrskarandi háttur at betra um blóðrenslið í teimum økjunum, sum eru rakt av AMD.

 

Les meira um akupunktur her:

Tel. 22 30 21

 Útgreinan

Kunning

Viðgerð

Ráðgeving